Georg Stage: Stuðulin skorin niður í helvt

Skúlaskipið Georg Stage missir eina sjóferð um árið á nýggju fíggjarlógini, ið skjótt verður løgd fyri Fólkatingið

Sigurjón Einarsson
30. august 2021 kl. 17:52

Nógvir føroyingar hava millum ár og dag siglt við skúlaskipinum Georg Stage, men nú verður verri hjá ungdómi at sleppa við skipinum. Stuðulin til skúlaskipið verður skorin niður í helvt á komandi fíggjarlóg, stendur at lesa í uppskotinum til nýggju fíggjarlógina, sum skjótt verður løgd fyri Fólkatingið.

Tey síðstu trý árini hevur Georg Stage verið á tveimum sjóferðum um árið, men nú verður bert ráð til eina sjóferð um árið.

Georg Stage-stovnurin harmast avgerðini og vísir á, at virksemið hjá Georg Stage er við til at spýta í statskassan. Tey vísa á tøl frá danska Undirvísingarmálaráðnum, sum siga at:

– Hóast umleið 70 prosent av næmingunum á Georg Stage fyrr eru rýmd úr ungdóms- ella yrkisútbúgvingum, so gjøgnumføra 95 prosent av teimum útbúgvingina á Georg Stage.

– Yvir 99 prosent av næmingunum á Georg Stage antin eru í útbúgving ella í arbeiði hálvtannað ár eftir, at tey havt skúlagongd umborð á skúlaskipinum.     

– Okkara næmingar verða mestsum hálaðir til arbeiðis, tá tey koma gangandi niður eftir landgongubrúnni – hetta, hóast nógv av teimum hava havt tað torført, tá tað kemur til útbúgvingarskipanina, sigur stjórin fyri Georg Stage-stovnin, Asser Amdisen.   

Seinastu trý árini hevur Georg Stage fingið átta milliónir krónur til sjóferð nummar tvey, men tann upphæddin manglar í uppskotinum til nýggju fíggjarlógina, veit stovnurin fyri Georg Stage at siga.

Vakra trýmastraða skúlaskipið er bygt úr jarni á skipasmiðjuni í Frederikshavn í 1934. Tað er umvælt nakrar ferðir.

Fyrsti Georg Stage sá dagsins ljós í 1882, og var tað reiðarin Frederik Stage og kona hansara, Thea, sum vildu ala upp vælútbúgvin sjófólk. Skipið bleiv doypt Georg Stage eftir soninum, sum doyði av tuberklum í 1880 – bert 22 ára gamal.

Hesin Georg Stage, sum er bygdur í 1934, hevur pláss fyri 63 næmingum og manningini telur tíggju. Skipið siglir við næmingum frá apríl til september mánað.