Føroyska U-19 kvinnulandsliðið í hondbólti vann í kvøld í Vestmanna 31 – 25 ímóti Íslandi. Hálvleiksstøðan var 15 – 11 til Føroyar
Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í kvøld
Dysturin byrjaði við høgari leikferð frá báðum liðum og komu nógv mál. Talan var um gott og skjótt hondbóltsspæl, og bæði liðini løgdu nógv fyri. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, vóru tað Føroyar, sum vóru frammanfyri 7-6. Føroyska liðið spældið við góðum hugflogi, og øktu okkara og fóru til hálvleiks frammanfyri 15-11.
Føroyska verjuspælið var ikki eins gott fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men hildu okkara tó tørn í álopinum. Fleiri leikarar komu inn og stóðu teir seg væl og bjóðaðu allar inn við sínum.
Støðan eftir 45 minuttir var 23-18 til Føroyar. Ísland minkaði um munin niður í trý mál, men okkara svaraðu aftur og koyrdu tað heim til endaligu støðuna 31-25.
Hjá Føroyum vóru tað serliga Bjørk Joensen og Maria Nólsoy, sum vóru eyðsýndar í bakketuni hjá Føroyum og sýndu frálíkt samanspæl, rútmu og timing sínamillum.
Føroyska liðið skal í juli mánaði spæla EHF Championship í Litava, har Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk Joensen 7
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6
Barbara Hammer 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3
Silja Heðinsdóttir 2
Hanna Dalsgarð 2
Karina Heinesen 2
Lukka Arge 2
Sára Lagos 1
Anna Mikkelsen 1
Karin Egholm 1
Maria Mrdalo 1