Gentulandsliðini hava stórar avbjóðingar fyri framman
Lutakast til EM-undankappingarnar hjá U17- og U19-landsliðunum í fótbólti var fríggjadagin
Fríðmundur Nattestad
10. juni 2024 kl. 10:00
- Tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði liðini komu í rættuliga sterkar bólkar, og sleppa av álvara at royna seg í heyst, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
U17-genturnar komu í bólk A3, saman við Englandi, Hollandi og Kekkia. Kappingin verður í Englandi frá 4. til 12. november.
Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A5, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia. Kappingin verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.