Gentan úr “Schindler’s List” hjálpir flóttafólki við ukrainska markið

- Hon var altíð ein ímynd av vón. Lat hana verða tað aftur, skrivar sjónleikarinnan  

Katrin Joensen-Næs
11. apríl 2022 kl. 18:00

Øll minnast gentuna í reyða frakkanum í filmsklassikaranum “Schindler’s List”. Reyði jakkin er einasti liturin í svarthvíta filminum og er ein ímynd av vón.

Polska sjónleikarinnan Oliwia Dabrowska spælir gentan í reyða frakkanum. Hon er nú 32 ár og er farin at útinna boðskapin í Spielberg filminum.

Sambært Deadline.com er hon sjálvboðin við markið millum Pólland og Ukraina. Og á sínari Instagram síðu hevur hon heitt á øll um at lata pening undir hashtagginum #HopeForUkraine.

Dabrowska hevur áður drigið parallellir millum støðuna hjá ukrainskum flóttafólki og sín barndómsleiklut í Spielberg filminum.

- Hon var altíð ein ímynd av vón. Lat hana verða tað aftur, skrivar Oliwia Debrowska á Instagram.