GDPR: Hvat merkir dátaverndarlógin fyri teg?

Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) kemur í gildi 1. januar 2021. Lógin skal geva tær betri stýring yvir tínar persónligar upplýsingar. Men hvat hevur hetta at merkja fyri teg?

Sigurjón Einarsson
24. november 2020 kl. 12:18

Persónligir upplýsingar, sum eitt nú aldur, kyn ella teldupostur deila vit, hvørjaferð vit keypa eina vøru á netinum, rita inn í netbankan ella brúka sosialu miðlarnar.

Hvat fyri upplýsingar tú hevur givið fyritøkum atgongd til, kann vera ringt at minnast og gjøgnumskoða.

Nýggja dátuverndarlógin, ið kemur í gildi 1. januar fer at geva tær betri stýring yvir tínar upplýsingar. Samstundis skulu fyritøkur hava betri skil á, hvussu tær viðgera og goyma tínar persónligu upplýsingar.

Lógin, ið kom í gildi í ES afturi í 2018, verður í altjóða høpi stytt sum GDPR (General Data Protection Regulation), men verður í dagliga umtalu eisini nevnd lógin um vernd av persónupplýsingum ella dátuverndarlógin.

Hvørjar upplýsingar fært tú stýring yvir?

Dátuverndarlógin fevnir um allar tær upplýsingar, ið kunnu eyðmerkja teg. Persónupplýsingar fevna um til dømis:

·       Navn, aldur og kyn

·       P-tal

·       IP-adressan á tínari teldu

·       Hvar tú ert staddur

·       Tíni fingramerki

·       Tína heilsu

·       Tína fíggjarstøðu

·       Títt trúðarlív ella  ella kynsliga sannføring

Hvat inniheldur dátuverndarlógin?

Dátuverndarlógin slær fast, hvussu fyritøkur skulu verja og viðgera tínar persónligu upplýsingar. Á tann hátt ger lógin tað klárt, hvørji rættindi tú hevur. Lógin sigur eisini, hvat tú kanst vænta av og krevja av einari fyritøku ella myndugleika, sum heintar upplýsingar um teg.

Lógin gevur tær millum annað:

·       Rættin til at vita (klárt og týðiliga), hvat tínir persónligu upplýsingar verða brúktir til.

·       Rættin til ókeypis at fáa allar tínar upplýsingar útflýggjaðar, ið ein fyritøka hevur um teg.

·       Rættin til at siga nei til beinleiðis marknaðarføring. Tað merkir, at um tú hevur keypt tær ein flogferðaseðil á netinum, so kanst tú eftirfylgjandi siga nei til at fáa lýsingar í samband við títt keyp.

·       Rætturin til at fáa tínar upplýsingar rættaðar, eru feilir hesum viðvíkjandi.

Treytir skulu vera lættar at skilja

Tað er torført hjá vanligum fólki at seta seg inn í, hvat fyri rættindi tey hava og hvussu persónligir upplýsingar skulu goymast og so framvegis. Tí endar tað ofta við, at vit góðkenna treytir, tá vit eitt nú keypa á netinum og skulu lesa tríggjar síður av treytum, ið er torført at skilja, hvat vit siga ja til.

Við nýggju lógini skal tað gerast lættari fyri teg at gjøgnumskoða, hvat tað er, tú sigur ja til, tá tú, sum dømi, góðkennir treytir á Facebook.

Her er eitt videobrot, hvat dátuverndarlógin snýr seg um: