Gazprom givnir við at útvega Niðurlondum gass

Niðurlond vil ikki ganga við til at gjalda við rublum, og nú hevur Gazprom skrúvað fyri gassveitingini

(Mynd: Unsplash)
Sigurjón Einarsson
31. mai 2022 kl. 11:55

Russiska tjóðargassfelagið Gazprom eru givnir við at útvega gass til Niðurlond. Tað kunnger felagið í dag.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at niðurlendska felagið GasTerra, sum stendur fyri at innflyta gass til Niðurlond, ikki hevur goldið rokningina fyri apríl. Hetta, tí felagið hevur noktað at gjalda rokningina við rublum.

GasTerra hevur ikki tikið undir við kravinum hjá Russlandi, at rokningar fyri russiskt gass skal gjaldast við rublum, men GasTerra fekk sær ongantíð ein konto, hvaðani tað skuldi gjaldast fyri gassið, og tað hevur nú fingið Gazprom at skrúva fyri gassinum til Niðurlond.

Russiska kravið um gjald við rublum kom í gildi, tá vesturheimurin setti revsitiltøk í verk móti Russlandi vegna russisku innrásina í Ukraina.