Gavst í superbólkinum fyri at taka sær av familjuni

Supertramp var á allar ovastu tindum, tá sangarin Roger Hodgson gavst fyri at geva børnunum ein tryggan uppvøkstur

Ingi Samuelsen
11. august 2018 kl. 13:36

Eitt, sum nógv fólk hava undrað seg yvir, tá talan er um bretsk/amerikanska superbólkin, Supertramp, er, hví annar av oddamonnunum, Roger Hodgson, valdi at gevast í 1983.

Bólkurin var í hæddini, og var nakað av tí størsta innan tónleikavinnuna um hetta mundið. Stóra viðrákið kom eftir plátuútgávuna ”Breakfast in America”, sum kom út í 1979, har so at siga allir sangirnir gjørdust hitt.

Roger Hodgson hevði stovnað Supertramp í 1969 saman við Rick Davies, sum var hin sangarin og sangskrivarin í bólkinum.

Supertramp er til enn við Rick Davies sum oddamanni, men bólkurin hevur ikki verið tann sami eftir at Roger Hodgson, tann hægra av teimum báðum sermerktu røddunum, gavst.

- Lívið sum ferðandi rocktónleikari gjørdist ov nógv fyri meg. Eg vildi heldur liva eitt friðarligt lív og uppliva børn míni vaksa upp, hevur Roger Hodgson sagt.

Supertramp vóru um tað mundið fluttir til Los Angeles í Kalifornia. Men nakað eftir ”Breckfast in America” valdi Hodgson og familjan at flyta úr Los Angeles og niðan í fjøllini í norðara parti av Kalifornia, har hann bygdi sær hús við upptøkuhøli.


Supertramp í sjeytiárunum - Hodgson er næstur frá vinstru

Roger Hodgson var bert við á einari útgávu eftir ”Breakfast...”, tað var ”... Famous last Words” frá 1982. Eftir tað fór hann solo, spældi inn sangir í egna studio sínum í fjøllunum.

Hodgson var við til at geva út sjey plátur sum limur í Supertramp. Tann fyrsta æt eins og bólkurin, og kom út í 1970. Men eins og við plátunum ”Night at the Opera” hjá Queen frá 1975 og, partvíst, ”Rumours” hjá Fleetwood Mac frá 1977, so hevði Supertramp bara okkurt hissini hitt áðrenn ”Breckfast...”, sum so hinvegin var eitt hitt øll sum hon var, eins og hinar nevndu.

Eitt av løgunum, sum var líka nógv fagnað og heitislagið er The Logical Song:

Tað serliga við Roger Hodgson og hansara leikluti í Supertramp er, at tað stórt sæð bert eru hansara sangir, sum fólk minnast Supertramp frá teirri tíðini fyri í dag.

Tað er galdandi fyri ”Breakfast in America”, ”The Logical Song” og ”Take the Long Way Home” av ”Breakfast”-fløguni, ”Give a Little Bit” av fløguni frammanundan, ”Even in the Quietest Moments” frá 1977 og ”It’s Raining Again” frá fløguni aftaná, ”...Famous Last Words...” frá 1982.

Sangir, sum hann við vissu fer at syngja á konsertini á Vágsbøi í Klaksvík í kvøld. Vónandi fer tað ikki at regna, ella skal tað júst regna...?

Í 2001 – tá børnini vóru komin undan – fór Roger Hodgson so spakuliga at ferðast aftur við sínum tónleiki.

Hann hevði ikki rættiliga eydnuna við sær sum sangskrivari eftir Supertramp tíðina. Hann gav út tríggjar fløgur í áttati- og nítiárunum, men uttan at tær tó vórðu serliga væl móttiknar. Ongin av sangunum gjørdist veruligt hitt.

Ístaðin fór hann at ferðast við sínum gomlu Supertramp-sangum saman við einum saksofonspælara.


Tyrlan hjá Atlantsflogi kemur til Klaksvíkar við Roger Hodgson tíðliga ein summarsunnumorgun fyri 12 árum síðani (Mynd: sf.fo)


Roger Hodgson á Summarfestivalinum 2006 (Mynd: sf.fo)

Og tað var í hesum høpi, at hann í 2006 varð boðin til tann triðja Summarfestivalin í Klaksvík. Hetta var ein minniligur festivalur, tí veðrið forðaði fleiri av útlendsku tónleikarunum at koma til landið.

Flogfarið við Hodgson lendi ikki fyrr enn einaferð langt út á náttina, og nógv varð lagt fyri, fyri at fáa hann til Klaksvíkar við tyrlu, so hann – um ikki annað – kundi vísa seg á pallinum fyri teimum nógvu ótolnu áhoyrarunum.

Hodgson gav eina konsert í pollamjørkanum tíðliga á morgni, og øll – sum vóru til staðar – minnast ta konsertina, og tosa um hana enn, sum tann mest minniliga av øllum á øllum Summarfestivalum higartil.

Hodgson hevur onki nýskrivað tilfar givið út síðani aldarskiftið. Men hann hevur øll hesi árini ferðast nógv og spælt sínar Supertramp-sangir.

Tað eru hansara sangir – tað ger hann ofta fólk varug við – kanska tí fleiri av teimum vórðu skrivaðir áðrenn hann, saman við øðrum, stovnaði Supertramp.

- Sangirnir eru míni børn, hevur hann sagt

Og teir liva sanniliga væl enn, og Hodgson sjálvur, sum nú er vorðin 68 ára gamal, megnar sjálvur enn at syngja teir, hóast teir liggja í høgari tónalegu. Onkur vil vera við, at Hodgson syngur betur nú enn hann nakrantíð gjørdi við Supertramp.

Spennandi verður at hoyra hann aftur á Vágsbøi í kvøld. Serliga tí, at hann nú hevur eitt fullmannað orkestur við sær. Orkestrið tykist vera sera væl trimmað og samanspælt. Umframt Hodgson sjálvan á sangi, tangentum og guittarum, er ein annar ljómborðsspælari, ein saksofonspælari, ið eisini spælir ljómborð og so trummur og bass.

Eftir at fløgan ”Breakfast in America” kom út í 1979 fór Supertramp út á eina langa konsertferð kring heimin. Burtur úr teirri ferðini kom fyrsta live-plátan hjá teimum, ”Paris”, sum kom út í 1980.

Henda Paris-konsertin kann upplivast á YouTube, har hon júst er løgd út. Men tað kann vera, at leinkjan herundir við tí meira enn tímalongu konsertini ikki riggar. Tí sum ein viðmerkjari skrivar, so er felagið, ið varðar av upphavsrættindunum hjá Roger Hodgson, rættiliga virkið og aggressivt, so hesin viðmerkjarin roknar ikki við, at upptøkan sleppur at liggja leingi alment á YouTube.

Um leinkjan riggar, so kanst tú uppliva Paris-konsertina hjá Supertramp frá 1979 í fullum líki:

Roger Hodgson og orkestur hansara kann upplivast á Vágsbøi í kvøld klokkan 22