Gareth Southgate heldur fram sum venjari

Enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, heldur fram sum venjari hjá tí enska landsliðinum. Ivamál var um støðuna, tá Ongland ikki megnaði at halda fram í Katar.

Høgni Jógvansson
18. desember 2022 kl. 13:56

Tá ið Ongland tapti dystin í fjórðingsfinaluni móti Fraklandi, væntaðu fleiri, at venjarin fór frá. Southgate segði tá, at hann hevði brúk fyri at hugsa um støðuna, áðrenn hann tók nakra avgerð. Avgerðin er nú tikin og enska fótbóltsambandið váttar á heimasíðu síni, at Gareth Southgate verður venjari til komandi EM, sum verður í 2024. 

 

Gareth Southgate tók við sum landsliðsvenjari í 2016 og leiddi Ongland til EM-finaluna í 2021,  sum var móti Italia. Tann dysturin endaði við javnleiki, 1-1, men Italia vann dystin við brotssparkskapping. Southgate hevði eisini eina yrkisleið sum fótbóltseikari og leikti 57 dystir fyri Ongland.