Gangandi fótbóltur í VB-høllini

Ítróttarháskúlin í Vági ger sítt ískoyti til ársins Virkin Vágur. Skúlin bjóðar til “walking football” fyri seniorar í VB-høllini týsdagar

Sigurjón Einarsson
14. februar 2022 kl. 17:33

Tað eru mong, ið ganga til fótbólt, men nú verður eisini møguleiki at ganga, meðan tú spælir fótbólt.

Eins og í fjør, skipar Vágs Kommuna saman við ítróttafeløgum, einstaklingum og Fólkaheilsuráðnum fyri heilsuátakinum Virkin Vágur. Heilsuátakið fór av bakkastokki 1. Februar og heldur fram restina av februar mánað.

Ítróttarháskúlin ger sítt ískoyti til ársins Virkin Vágur, har skúlin bjóðar "walking football" til seniorar.

- “Walking football” er eitt frálíkt alternativ til seniorar, sum ynskja hjartastimbrandi venjing og samstundis hugnaliga felagsskapin, sum ein kanska kennir aftur frá ungdómsárinum í liðítrótti, stendur at lesa í uppslagi á Facebook-bólkinum, Virkin Vágur.

Hvat er “walking football”?
Í stuttum, so byrjaði hetta sum ein rørsla í Bretlandi, har seniorar, ið høvdu eina fysiska avbjóðing (sum serliga ikki kundu ella orkaðu so væl at renna) saknaðu eitt alternativ til at halda seg í form, har til ber at minnast aftur á gamlar fótbóltsdagar, men at tað er felagsskapurin (sum er størsti motivatiónsfaktorurin) er í hásæti.

“Walking football” minnir um vanligan fótbólt, men er tillagað soleiðis, at øll kunnu vera við. Í stuttum er vøllurin minni, ein hevur bert loyvi til at ganga og bólturin má ikki skjótast uppum høvdið.  

Ítróttarháskúlin skrivar, at í dag eru fleiri túsund “walking football” lið, og í ár verður eisini eitt HM í “walking football” hildið, har lond kring allan heimin taka lut.

“Walking football” er í VB-høllini týsdagar klokkan 09 um morgunin.

Her er eitt lítið videobrot, har greitt verður frá, hvat “walking football” er fyri nakað: