Gamli liðformaðurin er aftur á Argjum

Eftir tvey ára steðg hevur Sørin N. Samuelsen skrivað undir uppá, at hann í 2024 fer at spæla við AB

Mynd: AB
Jóannes Hansen
29. november 2023 kl. 21:19

Argja Bóltfelag skrivar soleiðis í kvøld:

Hann hevur verið burtur frá fótbólti í tvey ár. Saknaður á vøllinum og í umklæðingarrúminum, men í 2024 letur hann seg aftur í gaggurnar. Verjukempan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen, hevur í kvøld skrivað sáttmála við AB fyri kappingarárið 2024.

Sørin, sum í dag er 31 ára gamal, er uppvaksin í HB, men hevur síðani 2014 spælt við AB. Frá 2014-2021 bleiv tað til heili 179 dystir á besta liðnum.

Hesi árini vaks leikluturin hjá Sørini í AB-verjuni, og tá AB flutti upp úr 1. deild í 2021 var tað við Sørini Samuelsen sum liðskipara og álitið í miðverjuni.

Í 2024 verður setningurin hjá Sørini og liðfeløgunum tann sami sum í 2021 - at flyta upp í Betrideildina.

Vit stórfegnast um, at ein sonn AB-legenda verður aftur at síggja í ljósabláu blusuni.

Væl afturkomin, Sørin, skrivar AB.

Sambært faroesoccer.com hevur Sørin Nygaard Samuelsen spælt 116 dystir í Betri Deildini og 152 dystir í 1. deild.