Tað verður fyrrverandi stjórin í Føroya Tele, Kristian R. Davidsen, sum kemur aftur á slóðina, og tekur við starvinum sum nýggjur stjóri í Føroya Tele. Hann tekur við fyrst í næsta ári.
Hann hevur sera drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, og nú er hann sinnaður at taka eitt tørn aftrat, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Kristian R. Davidsen var stjóri í Føroya Tele frá 2006 til 2015, men hesi seinastu átta árini hevur hann verið stjóri í almenna grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass.
- Kristian R. Davidsen kennir fjarskiftisøkið sera væl. Harumframt hevur hann serliga vitan um fjarskifti fjarskotnum økjum, tí hann hevur bæði hevur drúgvar royndir úr Føroyum og Grønlandi.
Nevndin heldur, at hann er rætta fólkið at standa á odda fyri Føroya Tele hesi næstu árini, staðfestir Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.
Nevndarformaðurin leggur dent á, at Kristian R. Davidsen hevur røttu tøkniligu, búskaparligu og umsitingarligu førleikarnar.
Hann leggur eisini dent á, at hann hevur verið partur av stóru altjóða menningini á fjarskiftisøkinum hesi seinastu 15 árini, umframt at hann hevur drúgvar royndir, og holla vitan, um samspælið millum ymisku áhugapartarnar á fjarskiftisøkinum.
Kristian R. Davidsen hevur eisini alla tíðina verið partur av føroyskum vinnulívi, tó at hann hevur starvast í Grønlandi. Hann er nevndarlimur í BankNordik og nevndarformaður í Landsbyggifelagnum.
Hann hevur eisini verið nevndarlimur í NEMA, har hann óbeinleiðis ígjøgnum annað felag hevur átt minnilutapartabrøv. Hesin nevndarsessurin hevur givið honum høvi at fylgja við gongdini á føroyska fjarskiftismarknaðinum.
Kristian R. Davidsen sigur í tíðindaskrivi, at hann gleðir seg til eitt tørn aftrat á Føroya Tele.
– Eg fegnist um møguleikan at koma aftur til Føroya – bæði til eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss. Tað eri eg sera takksamur fyri, og tað er við stórum áhuga, at eg fari til verka aftur fyri Føroya Tele at flyta samtakið víðari í fjarskiftistilgongdini, sum gongur við rúkandi ferð, sigur Kristian R. Davidsen.
Í Grønlandi hevur hann staðið á odda fyri at útbyggja grønlendska fjarskiftisnetið fyri 800 milliónir krónur árini
2017-2020, og haraftrat er hann í holt við útbyggingar fyri eina milliard krónur, sum eru ásettar fyri tíðarskeiðið 2021-2024.
Tusass í Grønlandi hevur um hendi bæði fjarskifti, post og flutning á einum risastórum landaøki, umframt at felagið umsitur kritiskan infrastruktur fyri flogferðsluna, donsku verjuna og amerikansku verjuna.
Føroya Tele skal áhaldandi flytast frameftir í samsvari við tøknifrøðiligu menningina og krøvini til trygd. Nakrar av fremstu uppgávunum hjá nýggja stjóranum verða at tryggja, at verkætlanir um at leggja um til 5G og at leggja fipurkaðal í hvørt hús,í mest møguligan mun gagna brúkarunum. Ein onnur uppgáva verður at tryggja, at fjarskiftissambandið hjá Føroyum við útheimin verður ment.