Gamal kenningur er aftur á TB miðvøllinum

B36 venjarin hevur skift helmingin av teimum út, sum hóskvøldið spældu í Europa

Jóannes Hansen
13. august 2023 kl. 14:36

Nú klokkan 15 verður fyrsta bríksl á ovara vølli í Gundadali, har B36 fær vitjan av TB. B36 kappast við HB um næstfremsta plássið, og samstundis hevur Dan Brimsvík eurpeisku kappingina at hugsa um. Hóast B36 hóskvøldið tapti 3-1 á heimavølli ímóti HNK Rjeka, so segði venjarin Dan Brimsvík, at teir fara ikki niður til Kroatia uttan vón um, at tað fer at eydnast at vinna víðari luttøku í Conference League. Tí er liðið í dag sett við atliti til, at B36 spældi hóskvøldið og aftur hóskvøldið fer at spæla í Europa.

Dan Brimsvík hevur fimm spælarar millum teir fyrstu ellivu í dag, sum ikki vóru á vøllinum frá dystarbyrjan hóskvøldið. Ein teirra er Lukas G. Giessing, sum ikki áður hevur verið á B36 liðnum. Hinir eru Mattias J. Hellisdal, Benjamin Heinesen, Valerijs Sabala og Bjarki C. Nielsen

Hjá TB var liðformaðurin Salmundur Bech ikki við síðsta sunnudag, tá ið TB tapti 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Hann var vøddaskaddur undir venjing uppundir næstsíðsta vikuskifti. Í dag er hann aftur á miðvøllinum.

Í dag er ein gamal kenningur á listanum fyri fyrstu ferð í meiri enn tvey ár. Rógvi Joensen hevur verið uttanlands í útbúgvingarørindum og er nú aftur í TB. Har var hann síðst 14. apríl í 2021, tá ið 07 Vestur vann 4-2 við Stórá. Tá fór Rógvi Joensen skaddur av vøllinum longu í 37. minutti. Í dag er Rógvi millum teir  fyrstu ellivu.

5. mai vann B36 4-0 við Stórá í Trongisvági.