Gamal kenningur er aftur á Argjum

AB hevur skrivað undir sáttmála við Rasmus Dan Sørensen

Mynd: AB
Jóannes Hansen
6. januar 2024 kl. 12:38

Í heyst flutti AB úr bestu og í næstbestu deildina. Síðani tá eru onkrir spælarar fluttir í onnur feløg. Nú boðar AB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við gamlan kenning á Argjum.

AB skrivar soleiðis:

AB byrjar nýggja árið við enn einari leikarakunngerð. Fyrr í vikuni bleiv avtala undirskrivað millum AB og Rasmus Dan Sørensen, sum spælir við AB í 2024.

Rasmus er miðvallari, ið kann spæla á fleiri plássum. Hann er uppvaksin í B36, men er kortini ein gamal kenningur hjá okkum her á Argjum. Frá 2016-2018 spældi hann 63 dystir á besta mansliðnum, og serliga væl gekst í hond í uppflytingarárinum 2017, tá AB vann 1. deild sannførandi. Hetta kappingarárið skoraði Rasmus 9 mál og var ein týðandi brikkur í uppflytingini.

Eftir tíðina í AB var Rasmus niðri í Danmark í lestrarørindum, áðrenn hann flutti heim í fjør. Í seinnu kappingarhálvu í 2023 hevur hann spælt við FC Hoyvík.

Nú er vónin tann, at Rasmus aftur kann verða við til at sparka AB upp aftur í bestu deildina - eins og í 2017.

Væl afturkomin inn í Vika, Rasmus, skrivar AB í dag.