Gamal kenningur avloysir Magna Hoseth

Fyrrverandi spælari og venjari í Lyngby hevur ábyrgdina, nú Lyngby fer at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting

Jóannes Hansen
5. mars 2024 kl. 19:50

Nú hevur Lyngby boðað frá, at David Nielsen er nýggjur venjari. Hann avloysir Magna Hoseth, sum í fjør vandi KÍ, og sum fekk sekkin, eftir at hann hevði verið venjari í Lyngby í 50 dagar.

David Nielsen var í síni tíð álopsspælari í Lyngby, og frá 2015 til 2017 vandi hann Lyngby. Tá megnaði hann at lyfta Lyngby at vinna bronsukrónur.

Setningurin hjá nýggja venjaranum er at sleppa Lyngby undan at flyta niður. Sunnudagin tapti Lyngby 4-2 á heimavølli ímóti botnliðnum Hvidovre IF. Lyndby er eitt stig frammanfyri Vejle, sum er á niðurflytingarplássi.

Avtalan millum Lyngby og David Nielsen er galdandi fram til summarfrítíðina.