Vit halda fram við framsøgufrælsinum og koma aftur inn á mest endurgivna ástøðingin í kjakinum um, hvar markið fyri talufrælsinum eigur at verða sett, nevniliga bretska heimspekingin, John Stuart Mill (1806-1873).
Seinastu ferð vóru vit inni á kenda skaða-prinsippi Mills. Orðingin um skaða-prinsippið er at finna í einum av høvuðsverkum hansara, On Liberty, ið varð útgivið í 1859. Mill hugleiðir um frælsi – bæði persónligt og politiskt frælsi – í hesum verki, men eisini er hann í ávísum brotum meira nágreiniliga inni á framsøgufrælsinum.
Ein boðskapur Mills viðvíkjandi framsøgufrælsinum verður greiddur frá við einum ítøkiligum dømi úr samtíð hansara: Bretland innflutti tá ikki korn úr øðrum londum, og bretskir kornframleiðarar kundu sostatt selja kornið til ein yvirprís. Hetta hevði ógvuliga neiliga ávirkan á tey, ið ikki vóru væl fyri fíggjarliga, og vóru tey mong í tali. Eftirsum korn var ein so grundleggjandi partur av kostinum, elvdi hetta til, at fólk kastaðu hatur á kornframleiðarnar, ið gjørdu sær dælt av ikki at hava útlendskar kappingarneytar.
Mill nýtir dømi um kornframleiðararnar við at vísa á, at um ein ill mannamúgva er samlað, eitt nú á einum torgi, so kann eitt fólk siga tað, sum tí lystir um kornframleiðararnar. Fólkið hevur rætt til at finnast harðliga at kornframleiðarunum – ja, til beinleiðis at spilla teir út. Men tað sum hinvegin ikki er í lagi sambært Mill, er at standa uttan fyri úthurðina hjá einum kornframleiðara við einari illari mannamúgvu og spilla kornframleiðaran út. Hetta kann nevniliga skjótt elva til, at mannamúgvan verður so uppøst, at hon endar við at bróta inn hjá kornframleiðaranum og volda honum skaða.
Mill vísir her á “common sense” – ella skynsemi – ið ein eigur at nýta í sambandi við framsøgufrælsi. Ein eigur ikki at nýta talufrælsi sítt á ein hátt, sum kann elva til beinleiðis skaða – men ger man hetta, ja, so eigur man part av ábyrgdini av atvolda skaðanum, hóast ein ikki sjálvur er hann ella hon, ið brýtur inn hjá og leypur á kornframleiðaran.
Tað, sum er serliga áhugavert við hesum gamla dømi Mills, er at hetta minnir nógv um nakað, sum vit sóu í Svøríki fyri stuttum, har Rasmus Paludan enn eina ferð gjørdi um seg. Paludan kann, bæði sambært Mill, men eisini sambært viðtiknum haturstalulóggávum, kritisera islam harðliga, um hann ynskir tað. Hann kann eisini, so leingi sum hann ikki brýtur haturstalulóggávuna, tala harðliga at koranini, eitt nú á sosialum miðlum (ella á torgum). Hann kann enntá brenna koranina sambært lógini. Hetta merkir tó á ongan hátt, at tað sum Paludan ger, er rætt ella styrkir framsøgufrælsi og fólkaræði. Tá ið Paludan stillar seg á gøtuna í býlingsøkjum í Svøríki, har hann veit, at hann fer at øsa muslimskar tilflytarar við at brenna koranina, ger hann júst tað, sum Mill ávarar ímóti. Og hóast hann ikki brýtur nakra lóg, so merkir hetta sambært Mill ikki, at hann ikki eigur ábyrgd fyri avleiðingunum av sínum gerðum.
Fólk fara ofta í tvíningar, tá ið talan er um, hvørt avleiðingar av útsagnum eru ábyrgdin hjá tí, ið hevur orðað seg ella ikki. Summi halda fast í, at tann ið orðar seg, onga ábyrgd eigur av, at onnur verða ávirkað og kanska fremja harðskap sum avleiðing av útsagnunum – og sambært lógini, so kann ein ikki verða revsaður, um ein ikki beinleiðis eggjar øðrum til at eitt nú at fremja harðskap. Kjarnin í boðskapinum hjá Mill er tó netupp, at hóast ein ikki kann revsast sambært lóg fyri at vera harðliga atfinningarsamur mótvegis eitt nú grommum kornframleiðarum, so merkir hetta ikki, at tað er í lagi at seta lív teirra í vága við at øsa eina mannamúgvu á óhóskandi stað.
Talufrælsi er sum kunnugt grundsúla undir fólkaræðinum – og tí er alneyðugt at hava so fá mørk sum gjørligt á hesum frælsi. Fólk flest eru samd um, at ávís mørk eru neyðug, eitt nú at tað ikki skal vera loyvt at hótta fólk eftir lívinum. Tá ið talan er um onnur mørk, so sum lógir ímóti haturstalu, er tó størri ósemja ímillum fólk, og kjakið um júst hvar hesi mørk eiga at vera, er áhaldandi so leingi sum fólkaræði valdar. Hesum vóru vit eisini inni á seinast.
Eitt sum er lítið kent, er at gomlu grikkararnir høvdu eina lóg, ið vardi tveir minnilutabólkar. Hesir bólkar vóru handverkarar og handilsfólk – nakað, sum kann tykjast pussigt nú á døgum. Tó er vert at nevna, at tað vóru útlendingar (sum ikki høvdu ríkisborgararætt í Grikkalandi), ið oftast mannaðu hesar bólkar – og vupti! – so kenna vit brádliga støðuna sera væl aftur úr okkara egnu samtíð. So mikið lítið er (tíverri) broytt á hesum øki.