Fyrireikingarnar til G! hava koyrt við fullari ferð og fleiri flugubein eru sett.
Skráin til G! er liðugt løgd og kann síggjast við at trýsta á leinki niðast í greinini.
Umhvørvið og hugnin á økinum er nakað, sum fleiri gleða seg til. Umframt allar konsertirnar, kann man frá morgunstundini fara ein túr í pottin ella leypa í havið. Morgunmatur verður í Valhøll og seinni út at dagin, kann man fara til fyrilestrar, filmsvísing og mangt annað.
Sigvør Laksá, væntar nógv fólk og tá 4500 fólk hava keypt atgongumerki verður meldað útselt.
í løtuni kostar eitt atgongumerkið 1595 krónur, men í morgin, fríggjadagin 11 juli fer prísurin upp á 1795 krónur, ið eisini er prísurin við dyrnar.
Stórur partur av arbeiðinum á G! festival verður gjørdur av sjálvbodnum. Til ber framvegis at tekna seg á heimasíðuni hjá G!
Leinki til skránna á G!: https://gfestival.fo/92