G! Festivalurin hevur í dag lagt fýra nøvn afturat skránni í summar: DJ Quien, Samba Touré, James Blames og Songs From Tin Pan Alley.
Fyriskipararnir lýsa nøvnini soleiðis:
DJ Quien
Hin skravandi DJ Quien kemur úr Bolivia og er búsitandi í Berlin.
Gjögnum hesa samanrenning av mentanum hevur hann í 20 ár ment sín egna stíl.
Dundrandi bassurin gongur aftur, tá ið hann arbeiðir seg ígjögnum kumbia, funk, soul, disko og boogie og blandar hettar við greitt elektronisk stev.
Komið og upplivið ein skrappan skravandi diskara á G!
Samba Touré
Malisiski Samba Touré spældi í bólkinum hjá hinum navnframa Ali Farka Touré.
Ljóðið er samanrenning millum afrikansku oyðimörkina og amerikansku blústónarnar.
Gittarspælið er messandi og hypnotiserandi. Röddin er klár og væl upplögd. Tekstirnir, hóast ringir hjá okkum at skilja, snúgva seg um lívið og umstöðurnar hjá vanliga fólkinum, sum stríðist á botninum av samfelagnum.
Fyll tær vatndunkin, nú hin sterka sólin úr Mali fer at skína á G!
James Blames
Vit eiga í Föroyum ein undarligan skölt úr Skotlandi. Hesin eitur James Blames, og hann spælir tað hann sjálvur kallar fyri antitónleik. Tað er skitið og roynir ikki á nakran hátt at kína tær eftir hárunum.
Vit eru í einum punkuttum og elektroniskum hugaheimi, har alt er loyvt, uttan at tekkjast lurtaranum.
Tá ið tað er sagt, so er tónleikurin avgjört tónleikur. Hann minnir ikki sört um at sita á einum tibetanskum fjallatoppi og grunda djúpt. Men heldur enn bleyt hohmmmm, so skríggjar tú út í alheimsins tómleika.
Kom og blanka tær lótirnar saman við James Blames á G!
Songs From Tin Pan Alley
Songs From Tin Pan Alley úr Keypmannahavn er ein snillingur at gera elektronisk huglög. Onkursvegna megnar hann at blanda stöv uppí síni vökru ljóðtapet og at fáa lív í elektronikkin.
Tann fyrra framförslan verður ein samvirkin löta, har lurtarin kann ganga rundan um ljóðförini, og sleppa at royna hvat hendir, tá ið skrúvað verður á knöttarnar á hesum elektronisku tólum. Hin seinna framförslan verður tað vit kalla "timburmannarökt", sum verður á sandinum við hitapottarnar. Har kanst tú njóta ljóðtapetið, ímeðan tú fært vælveru í hitapottunum, ella tú liggur og slappar av í eini heingikoyggju.
Kom og nördast ella tak tær av löttum saman við Songs From Tin Pan Alley á G!