Hettar verður ein löta, har vit lata sálarkvölin tala. Vit fara at lurta, tá ið Jógvan sigur sína sögu gjögnum tónleikin.
Jógvan er við síni útgávu "Tögn" tilnevndur FMA fyri ársins útgávu. Ein heildarútgáva, sum viðgerð beiska vakurleikan, sum lívið er.
Tögn, longsul, misnýtsla og kærleiki. Alt stór evni viðgjörd gjögnum yrkingar og gjölla livandigjörd gjögnum tónleikin, sum verður myndaður av tunga föroyska stevinum, brúsandi havi, hornorkesturslagverki, strúkarum, klaveri og fremst, men ikki minst einum sera ekspressivum Jógvani.
Hettar verður ein löta, har vit lata sálarkvölin tala. Vit fara at lurta, tá ið Jógvan sigur sína sögu gjögnum tónleikin.
Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivör.