G!: Fólk gleða seg til SIC

Spurningurin var: Hvat gleðir tú til mest til á G! í dag? Fólk svaraðu í samlag: SIC.

Katrin Joensen-Næs
14. juli 2022 kl. 18:26

Eftir at hava gingið ein stuttan túr aftur og fram á G! økinum og spurt fólk, hvat tey gleða seg mest til í dag, var greitt, at fólk gleða seg til SIC. Tað var fyrsti og í fleiri førum einasti bólkurin, sum fólk nevndu.

Tungmálmsbólkurin SIC fer í kvøld klokkan átta at hava sína síðstu konsert. Konsertin verður í Grundini.

- Tað fer at vera intimt, sigur ein, sum undirritaði hitti á økinum.

Bólkurin er mannaður av Eddie, Frans, Gudmar, Magnus, Bartal og øðrum gestasangarum. Bartal Simonsen, sonur oddamannin Mikkjal Gaard Hansen, sála, fer at syngja.

- Bólkurin skrivar sjálvur á sína FaceBook síðu: Vit vóna at síggja so nógv av tykkum sum yvirhøvur gjørligt!


SIC byrjaði sína tónleikaferð í 2002. Teir hava tríggjar útgávur á baki. Hesar eru “Pandemonium”, live útgávan „Si Vis Pacem, Para Bellum“ og „Fighters They Bleed“.

Vit á G! eru errin av at bjóða SIC aftur á pall og síggja fram til eina sermerkta, orkufulla, men eisini sorgblíða konsert í Grundini hóskvøldið, skrivar G! í tíðindaskrivi.