G! Festivalurin kunnger nýtt navn
Hann hevur vunnið eina DMA fyri "Bestu konsertuppliving"
Fríðmundur Nattestad
16. apríl 2024 kl. 10:00
JJ Paulo er nýggjasta navnið á skránni hjá ársins G! Festivali.
Festivalurin lýsur tónleikaran í tíðindaskrivi soleiðis:
Finn tær dansiskógvarnar fram og kom og uppliv eina av størstu orkubumbunum, sum nakrantíð hevur spælt í Gøtu. JJ Paulo úr Danmark hevur røtur úr Tanzania, ein mentanarligur arvur hann ber høgt í metum. Lívligu afrotakt tónarnir hava eitt óvanliga smittandi huglað, og skiparin á skútuni, JJ Paulo, fer at fáa teg at vilja flyta beinini. Tað er ikki uttan orsøk at hesin hevur vunnið donsku tónleika heiðurslønina, DMA, fyri "Bestu konsertuppliving", og tað er heilt vist, at her fer eingin at klára at standa stillur.