G! Festivalurin kunnger fyrstu nøvnini

Droymandi tónleikur, country og donsk songkvinna, ið herfyri setti Thomas Blachman so dyggiliga uppá pláss, vera at hoyra á G! Festivalinum í ár. G! kunnger fyrstu nøvnini til skránna í summar

Sigurjón Einarsson
4. februar 2022 kl. 13:59

Í summar verður G! aftur á skránni eftir ein - fyri mong - longri koronusteðg.

Fyrsta teggjan av nøvnum fevnir um alt frá ektaðum country til svartan dómadagsmálm, skrivar G! í einum tíðindaskrivi.

Fólkini handan festivalin í Syðrugøtu eru bjartskygd um G! Festivalin í 2022.

- Vit gleðast um, at vit aftur sleppa at hátíðarhalda felagsskapin, einstaklingin og ymiskleikan millum menniskju, har tónleikur í heimsklassa er snúningsdepilin. Og ikki minst gleða vit okkum til klemmini, skrivar G!, sum í dag kunnger fyrstu nøvnini til festivalin í summar.

Tessa skuldi spæla á G! í 2020 og 2021, men hesir báðir festivalarnir blivu avlýstir vegna koronu. Nú verður enn ein roynd gjørd at fáa Tessu at siga nøkur beinrakin og hartandi orð á palli, tá hon nokk fer at savna nógv fólk til hennara konsert í summar.

- Vit vóna, at tað fer at rigga hesa ferð, tí vit hava øll glett okkum í næstan trý ár at uppliva Tessu á sandinum, og unga stjørnuskotið er bara blivið størri og betri síðan fyrsta útgávuna “Snakker for meget”, ið kom út í 2019, skrivar G!

José González er ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum í okkara tíð. Hann skuldi eftir ætlan spæla á festivalinum í fjør, og tað hevur eydnast G! at gera nýggja avtalu við hann í ár, har hann fer at spæla eina solo konsert á sandinum.

- Við sær í skjáttuni hevur José González eina nýggja heildarútgávu “Local Valley”. “Local Valley” er fyrsta útgávan, har vit hoyra José syngja bæði á sponskum, enskum og svenskum. Eyðkenda róliga røddin, gittarspælið, og droymandi løgini eru akkurát soleiðis vit kenna José González best, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Carlene Carter úr USA kemur at spæla country á G!

- Carlene er kend og elskað av føroyskum country fjepparum, og tá hon í 2018 vitjaði  Country Festivalin lovaði hon, at hon fór at koma aftur, og vit eru glað og errin at kunna bjóða grammy nomineraðu songkvinnuni pallin á sandinum. 

Svenska La Fleur og turkiski Gaye Su Akyol og danska Katla, sum spælir náðileysan svartan dómadagsmálm, ið øll skuldu spæla í fjør, eru eisini sett á skrá fyri í ár.

Afturat teimum eru eisini nøkur føroysk nøvn kunngjørd. Tey eru Eivør, Joe & The Shitboys, HORRSE, Leu Kampmann.

Ein avmarkað nøgd av Early Bird atgongumerkjum eru samstundis sett til sølu, skrivar G! Festivalurin.