Í dag, tann 9. januar 2018 er fyrsti dagurin, har samkynd pør fáa høvi at giftast. Tað er júst ein mánaði síðan í dag, at australska tingið samtykti lóg, um at loyva samkyndum hjúnarlagi.
Av tí sama eru samkyndar vígslur farnar fram, um alt landið í Australia í dag.
Í fjør var ein fólkaatkvøða hildin í Australia, ið skuldi avgerða spurningin um samkynd gifta skuldi loyvast ella ikki. Umleið 60 prosent av fólkinum í Australia atkvøddu ja fyri samkyndari giftu. Stutt eftir fór málið í tingið og ein stórur meiriluti av australsku tingfólkunum atkvøddu fyri málinum. Ein tingmaður nýtti eisini høvið, at fríggja til sjeikin hjá sær, ið var staddur í tingsalinum, meðan málið var viðgjørt.
Australia er nú millum tey nøkur 20 londini í heiminum, ið loyvir samkyndum hjúnarlagi.