Fyrstu ódnartøkini tikin

Fyrsta av trimum kappingum í ódnartøkum var í Norðagøtu leygardagin

Mynd: RSF
Fríðmundur Nattestad
6. mai 2024 kl. 13:30

Seinnu árini hevur verið møguleiki fyri at kappast í ódnartøkum, áðrenn farið verður undir sjálva FM kappingina. Ódnartøk eru skipað soleiðis, at bátarnir til hvørja kapping rógva ein stuttan tein tríggjar ferðir.

Leygardagin var tann fyrsta av trimum kappingum hildin í Norðagøtu.

Úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum.

Hinar báðar kappingarnar vera komandi tveir leygardagarnar, 11. og 18. mai, í ávikavist Runavík og Miðvági.

Fyrsti FM róðurin verður á norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 1. juni.