Fyrstu løturnar kostaðu tvey mál

Onkrir av føroyingunum spældu seg í kvøld tættari hópinum, sum í juni fer at luttaka í Baltic Cup

Jóannes Hansen
26. mars 2024 kl. 22:46

Føroyar taptu í kvøld 2-0 í vinardysti á Brøndby stadion ímóti Danmark.

Hálvleiksstøðan var 1-0, og bæði tá ið málið varð skorað í fyrra og í seinna hálvleiki, var tað eftir ikki sannførandi støður í føroysku verjuni.

Í fyrra hálvleiki var talan um klossut føroyskt samanspæl í egnum brotsteigi. Eftir dystin staðfesti Håkan Ericson landsliðsvenjari, at ætlanin var, at hansara menn skuldu royna at spæla seg úr brotsteiginum, men at tað ongantíð var ætlanin, at talan skuldi vera um tríkanntssamanspæl í brotsteiginum. Tað var júst sovorðin støða, sum bar 1-0 málið við sær, sum danski liðformaðurin í kvøld Pierre Emile Højbjerg skoraði.

Seinna málið varð skorað tíðliga í seinna hálvleiki. Innskifti Christian Eriksen sendi av baklinjuni í høgru bóltin upp um føroyska málverjan, og so at siga á málstrikuni var tað Mohammed Daramy, sum setti bóltin í netið.

Håkan Ericson segði seg í nógvum førum at vera nøgdan við avrikið – serliga í verjupartinum:

-Tá ið vit í fyri einum ári síðani vórðuspurdir, um tað var møguleiki fyri, at vit kundu spæla landsdyst ímóti Danmark, so var liðið mannað við øðrum spælarum enn teimum, sum spældu í kvøld. Eitt nú eru Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen skaddir. Hugaligt var tað í kvøld at síggja, at ungu menninir tóku av, tá ið teir fingu møguleikan, segði landsliðsvenjarin við Jógvan Skeel Nolsøe í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Mathias H. Lamhauge í málinum bjargaði fleiri ferðir sera væl. Í miðverjuni var Andrias Edmundsson sannførandi og ivaleyst besti føroyski spælarin. Hanus Sørensen tók av møguleikanum, nú teir, sum plaga at røkja vongverjan í høgru ikki vóru tøkir, og Adrian Justinussen spældi í fyrra hálvleiki í næstfremsta plássinum.

Í morgin fara føroysku spælararnir aftur í feløgini, og á páskum fara teir at spæla landskappingardystir í Føroyum, í Norra, í Danmark, í Grikkalandi og Póllandi.

Næsti setningurin hjá landsliðnum verður í juni, tá ið talan verður um Baltic Cup.

Spurningurin er, um fleiri av teimum, sum nú eru skaddir, vera tøkir aftur tá, og hvørjir og hvussu nógvir av teimum, sum í kvøld stóðu seg væl í Brøndby, tá fara at fáa landsliðsboð.

Danmark – Føroyar 2-0 (1-0)

Vinardystur

Á Brøndby stadion týsdagin 26. mars 2024 kl. 20.15

Dómarakvartett av Malta: Philip Farrugia, Duncan, Sultana, Jurgen Spiteri og Trustin Farrugia Cann (4. dómari)

1-0: Pierre Emile Højbjerg 8.

2-0: Mohammed Daramy 52.

Danmark:  Frederik Rønnow – Elias Jelert, Victor Nelsson, Jannik Vestergaard, Victor Kristiansen – Pierre-Emile Højbjerg, Morten Hjulmand, Mathias Jensen – Anders Dreyer, Kasper Dolberg, Mikkel Damsgaard

Føroyar: Mathias H. Lamhauge – Hanus Sørensen, Hørður H. Askham (Magnus Egilsson, 80.), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Hannes Agnarsson, 70.), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar (Andrass Johansen, 80.), Brandur H. Olsen (Mads Bo Mikkelsen, 60.) – Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 46.) – Jóan Símun Edmundsson (Pætur J. Petersen, 70.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Klæmint A. Olsen

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze