Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fer at seta ísraelsku filmsdagarnar mánakvøldið 13. november kl 20 í Havnar Bio. Tá fer spildurnýggi ísraelski filmurin “The Cakemaker” at verða vístur. Hetta er høvuðsfilmurin, og fyrsti spælifilmur hjá ísraelska leikstjóranum Ofir Raul Graizer.
Á myndini síggjast frá vnstru Philip Blüdnikow, Maja Tjørnelund Sørensen og Eyal Lampert, sum saman við Filmsfelagnum og Maigun Solmunde skipa fyri fyrstu ísraelsku filmsdøgum í Føroyum.
Eyal Lampert, sum fyrr hevur arbeitt á ísraelsku sendistovuni í Gana, er virkandi sendiharri í Keypmannahavn, til Benjamin Dagan tekur við sum nýggjur sendiharri. Eyal verður í Føroyum, tá ísraelsku filmsdagarir verða hildnir í døgunum 13.-15. november.
Hóast avmarkað í stødd, er Ísrael á øllum økjum eitt virkið filmsland. Sum virkandi ísraelskur sendiharri í Keypmannahavn, vil Eyal Lampert knýta sambond millum tey, sum gera film í hansara heimlandi og spírandi filmsumhvørvið í Føroyum. Hann vísur á, at umframt at víðagitna sjónvarpsrøðin “Homeland” upprunaliga er úr Ísrael, eru flestu ummælarar beint nú samdir um, at ísraelski filmurin “Foxtrot” fer at verða millum teir filmar, sum verða í uppskoti at vinna Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur. Og hvør veit, um ikki “Foxtrot” verður tøkur at vísa á ísraelsku filmsdøgunum í Føroyum næsta ár, sigur Eyal, ið vónar at nýggja filmsátakið fer at hepnast væl.
Filmarnir, sum við enskum undirteksti verða vístir á ísraelsku filmsdøgunum í Føroyum, eru umframt áðurnevnda “The Cakemaker”, “A Quiet Heart”, sum Eitan Anner hevur leikstjórnaði, og “Bethlehem”, sum Yuval Adler leikstjórnaði. Allir tríggir filmarnir hava fingið fleiri virðislønir í ymsum londum. Maja Tjørnelund Sørensen hevur valt filmarnar.
Maigun Solmunde samskipar Føroyaferðina hjá virkandi ísraelska sendiharranum í Keypmannahavn, Eyal Lampert, 13.-15. november í ár. Ísraelski sendiharrin fer at hitta borgarstjóran í Havn, forkvinnuna í Mentanarnevnd Føroya løgtings, formannin í føroyska-ísraelska vinafelagnum og fer at vitja á Glasir.