Fyrstu hjúnini vígd á kommunuskrivstovuni á Toftum
Vígslan var í dag
Áki Bertholdsen
27. oktober 2023 kl. 16:50
Í dag, fríggjadagin 27. oktobur, vórðu fyrstu hjúnini vígd á kommunuskrivstovuni á Toftum. Tað var Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sum gifti Ullu Hansen og Kartin L.amhauge Hansen.
Tá ið Nes kommuna í vár tók við býarheitinum, fekk borgarstjórin samstundis vígslumyndugleika. Fyrsta vígslan, sum borgarstjórin skipaði fyri, var í samkomuhúsinum, Nebo, á Toftum tann 18. mars í ár, og nú var fyrsta vígslan á kommunuskrivstovuni
Fyrstu hjúnini saman við Suna í Hjøllum borgarstjóra