Cadburysteypið
Í kappingini um Cadburysteypið, sum er fyri dreingir U15, høvdu Skála og HB, og Víkingur og 07 Vestur spælt seg í hálvfinalurnar. Og tá avtornaði, stóðu HB og Víkingur eftir sum sigursharrar.
Á Skála vunnu teir reyð-svørtu úr Havn 3-1. Málini hjá HB skoraðu Rani Johannesen og Dánial Mørkøre, sum gjørdi tvey. Einsamalla málið hjá Skála skoraði Josva Signarsson.
Í hinari hálvfinaluni hevði Víkingur vitjan av 07 Vestur, og her gjørdist talan um ein sera javnan dyst, ið endaði við teprum 1-0 sigri til heimaliðið. Sigursmálið hjá teimum ljósabláu skoraði Fríði Gertsson Jarnskor.
Blaðberasteypið
Í steypafinaluni hjá U17-dreingjum, sum spæla um Blaðberasteypið, verða tað B36 og 07 Vestur, ið bresta saman, eftir at hesi bæði sendu ávikavist Víking og HB úr kappingini.
Í hálvfinaluni millum B36 og Víking var eingin ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara. B36 vann 8-0, eftir 3-0 leiðslu í steðginum. Marius Allansson gjørdi trý mál, Bartal Páll Klein gjørdi tvey, meðan Tobias Hansen, Mattias Hellisdal og Rasmus Emil Poulsen skoraðu eitt mál í part.
Í hinari hálvfinaluni, sum varð spæld á nýggja graslíkisvøllinum á Valloyrini í Sandavági, tók 07 Vestur ímóti HB. Og her gjørdist úrslitið 2-0 til heimaliðið. Málskjúttar vóru Julian Mouritsen og Jónas Nordendal.
Finalurnar um Cadburysteypið og Blaðberasteypið verða spældar leygardagin 1. oktober.
Yvirlit yvir allar steypakappingarnar sæst her.
Kelda: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen