Nú um vikuskiftið verðrur kapping um norðurlendska meistaraskapið í styrkilyfting. Eisini føroyskir lyftararar eru við, og hetta verður fyrstu ferð, at tey sleppa at kappast undir føroyska flagginum.
Fimm føroyskir lyftarar eru við, og tey, eru øll úr Burn. Hetta er kappingin um norðurlendska meistaraskapin fyri juniorar og sub-juniorar. Juniorar eru í aldrinum 19 til 23 ár og sub-juniorar eru 18 ár og yngri.
Føroysku juniorarnir, sum kappast eru: Áron Matras Jensen, Petur Sigurd Á Túgvu, Rósa Matras Jensen og Sofus B. Jakobsen. Sub-juniorur er Petur Fróðason.
Kappingin byrjar í morgin, leygardagin og tá skulu fleiri av okkara íðkarum í eldin.
Sofus og Petur Sigurd leggja fyri klokkan níggju, føroyska tíð. Báðir hava verið við í heilt nógvum kappingum í Føroyum og báðir hava kappast í Íslandi fyrr í ár, siga styrkilyftararnir í tíðindaskrivi.
Triði íðkari, ið skal kappast, er Rósa Matras Jensen. Hennara bólkur byrjar ein hálvan tíma seinni, klokkan 9.30. Hon hevur bara kappast í FM í ár, har hon eisini vann.
Klokkan 13.30 skal Aron Matras Jensen lyfta. Hann hevur bara verið í einari kapping áður, men er nú sloppin til NM.
Sunnudagin hava vit bert ein føroying á skránni. Tað er Petur Fróðason. Hann hevur eins og Sofus og Petur Sigurd, verið við til flestu kappingarnar, ið hava verið í Føroyum. Bólkurin hjá honum byrjar klokkan níggju.
Tey, sum hava hug at fylgja við beinleiðis, kunnu gera tað á https://livestream.com/nsf/nordic23-1, ella á https://livestream.com/nsf/nordic23-2
Beinleiðis Úrslit frá kappingini síggjast á https://styrkeloft.no/live/
Tá hetta er okkara fyrsta kapping uttanlands, er ringt at vita, hvat vit skulu vænta, men tey vænta kortini, at fleiri føroysk met verða sett, siga styrkilyftararnir.