Fyrsti tingfundur í ár

Tvey mál eru á skránni hjá løgtinginum í dag

Jákup Bogi Joensen
25. januar 2022 kl. 08:41

Fyrsti tingfundur í hesum árinum verður í dag.

Tvey mál á skránni hjá løgtinginum.

Tjóðveldi eigur uppskotið til samtyktar um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini. Tað málið kemur til aðru viðger. 

Hitt uppskotið eigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Tað er um at lækka aldursmarkið fyri talgildum samleika úr 15 árum niður í 13 ár. 

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13.00.

Hósdagin fer tingið at hava fyrstu viðger av uppskotinum hjá Jørgeni Nicalsen um samferðslupakkan - eitt nú um hækking av avgjøldum á brenniolju og tungolju.

Tað uppskotið er ikki fallið í góða jørð hjá øllum og smakkar fleiri í samgonguni illa.