Fyrsti tilburður av koronu í ein mánaða

Ein tilburður av bretska frábrigdinum varð staðfestur í gjár. Hetta er fyrsti tilburður síðan 12. mars

Steinar Patursson
14. apríl 2021 kl. 11:58

Fyri fyrstu ferð í yvir ein mánaða hava vit aftur ein tilburð av koronu í Føroyum.

Tað boðar landslæknin frá á heimasíðuni korona.fo í dag.

Tilburðurin varð staðfestur í gjár, og talan er um eitt fólk fólk, ið er komið til Føroya úr útlondum. Viðkomandi var smittaður við bretska koronufrábrigdinum, sigur landslæknin.

172 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tær eru allar liðugt greinaðar. Við kanningunum frá í gjár eru gjørdar 247.602 kanningar, og 662 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 teirra eru nú staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

Seinast ein tilburður av koronu varð staðfestur í Føroyum áðrenn í gjár var 12. mars.