Fyrsti spælarin hjá Víkingi er farin av landinum

Vongverjin í høgru royndarvenur í hesi vikuni saman við Adrian Justinussen og hinum í Hillerød

Jonhard Hammer
30. oktober 2024 kl. 15:59

Tað hevur ljóðað, at fleiri spælarar hjá Víkingi fara av landinum at royna seg. Tá ið Víkingur næstsíðsta sunnudag í Gundadali tryggjaði sær FM heitið við at spæla 1-1 ímóti HB, vóru umboð fyri Hillerød millum áskoðararnar. Tá segði venjarin Christian Lønstrup, at teir vóru og hugdu at Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Nú er fyrsti spælarin hjá Víkingi farin av landinum at royndarvenja. Tað er Ari Olsen, sum í hesi vikuni er í Hillerød. Hann fór av landinum longu sunnudagin og verður í Hillerød alla hesa vikuna.

-Tað var eftir dystin ímóti HB, at teir bjóðaðu mær at koma at royndarvenja, og eg tók av. Her er spennandi at vera. Teir venja og spæla nakað øðrvísi, enn vit í Víkingi gera, og so eru tað ókendar umstøður at venja seg við. Tá er tað gott, at Adrian Justinussen og Daniel Johansen eru her í felagnum, sigur Ari Olsen úr Hillerød.

Hvussu er støðið sammett við tað, sum tú ert vanur við?

-Eg haldi, at hetta er umleið sama støðið sum toppurin í bestu deildini í Føroyum, sigur Ari Olsen.

Í farna kappingarári var Ari Olsen við í 21 landskappingardystum. Hann varð skaddur eftir 2-1 heimasigurin ímóti Skála, sum var 14. apríl, og hann var ikki á vøllinum aftur fyrrenn 25. mai, tá ið Víkingur vann 5-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

Sambært FaroeSoccer hevur 26 ára gamli Ari Olsen spælt 190 dystir og skorað 11 mál í bestu deildini.

Tað hevur annars ljóðað, at Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson, Poul Kallsberg og Jørgen Nielsen eru áhugaðir at royna seg í útlendskum fótbólti.