Fyrsti samráðingarfundurin var í dag
Partarnir hava avtalað eina fundarrøð og hittast aftur fríggjadagin 11. oktobur, tá krøvini verða løgd fram
Starvsfelagið
8. oktober 2024 kl. 17:45
Í dag hevur fyrsti samráðingarfundur verið, har umboð fyri Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava hitst. Hetta var ein góður og virðiligur fundur við góðum huglagi, har vit hava greitt frá okkara ynskjum og umrøtt samráðingargongdina, sum liggur fyri framman.
Partarnir hava avtalað eina fundarrøð og hittast aftur fríggjadagin 11. oktobur, tá krøvini verða løgd fram.
Nevndin hevur eftir samráðingarfundin sitið saman og tikið samanum dagin í dag og fyrireikað seg til næsta fund. Limirnir fáa nærri kunning eftir fundin fríggjadagin.