Komandi vár fær Norðurlendska Ráðharraráðið eina kvinnu í ovasta embætissessin á fyrsta sinni.
Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava við svenska uttanríkisráðharranum, Margot Wallström í formanssessinum, í dag gjørt av, at finska Paula Lehtomäki skal taka við sum aðalskrivari í ráðharraráðnum, tá embætistíðin hjá norska Dagfinn Høybråten gongur út í mars mánaði komandi ár.
Lehtomäki er spent til at taka av nýggju avbjóðingunum.
- Norðurlendska samstarvið kenst alt meira týdningarmikið, og eg gleði meg til at arbeiða við tí burturav. Bæði fyri meg sjálva og fyri Finnland eru Norðurlond tann mest natúrliga familjan í eini annars óvissari framtíð, sigur Paula Lehtomäki við heimasíðuna norden.org.
Paula Lehtomäki gjørdist limur í finska ríkisdegnum í 1999, vald fyri flokkin Centern. Hon sat á tingi í 16 ár. Í 2003 varð hon útnevnd til ráðharra fyri menning og uttanríkishandil, og tíðarskeiðið 2007 til 2011 var hon umhvørvisráðharri. Í løtuni røkir hon starv sum skrivari hjá finska forsætisráðharranum.
Margot Wahlström fegnast um, at Norðurlendska ráðharraráðið nú fær ein kvinnuligan stjóra.
- Sum talskvinna fyri ein feministiskan uttanríkispolitikk eri eg errin av, at Paula Lehtomäki gerst fyrsta kvinnan sum aðalskrivari fyri ráðharraráðið, sigur hon við norden.org.