Fyrsti kvinnuliga forsætisráðharrin í Svøríki náddi at vera forsætisráðharri í sjey tímar

Í morgun gjørdist Magdalena Andersson fyrst kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki. Nú takkar hon fyri seg

Sigurjón Einarsson
24. november 2021 kl. 17:35

Svenski Ríkisdagurin valdi fyrrapartin 54 ára gomlu, Magdalenu Andersson, til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki – tann fyrsti kvinnuligi kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki, men nú takkar hon fyri seg, eftir at hava staðið við róðið í sjey tímar.

Magdalene Andersson náddi at vera forsætisráðharri í nakrar fáar tímar, áðrenn hon bað um at verða loyst úr embætinum, tí stjórnin er skrædnað.

Hetta kunngjørdi hon á tíðindafundi fyri løtu síðani – sjey tímar eftir, at Ríkisdagurin, við einum lítlum meiriluta góðkendi hana sum avloysari fyri sín sosialdemokratiska starvsfelaga Stefan Löfven.

Tað skrivar tíðindastovan TT.

Orsøkin er, at svenski Umhvørvisflokkurin, ið var í stjórn saman við Sosialdemokratunum, hevur vent samgonguni bakið, eftir at tað gjørdist greitt, at borgarliga andstøðan fekk ein meiriluta við at atkvøða sína fíggjarlóg ígjøgnum.  

Beint frammanundan var uppskot til fíggjarlóg hjá stjórnini felt av Ríkisdegnum seinnapartin í dag.

Svenski Umhvørvisflokkurin gjørdi beinavegin greitt, eftir at uppskotið til fíggjarlóg hjá stjórnini varð felt, at tey ikki kundu liva við einari borgarligari fíggjarlóg, sum ikki hevur veðurlagsbroytingar og  umhvørvi høgt á dagskránni.

Í núverandi stund er ikki greitt, hvat nú hendur í politiska landslagnum í Svøríki – fyriuttan tað, at Magdalena Andersson hevur kastað handklæði í ringin eftir sjey tímum.

Magdalena Andersson varð vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum 4. november, og í morgun varð hon vald til forsætisráðharra – sum hon var í sjey tímar.

Magdalena hevur annars verið fíggjarmálaráðharri í svensku stjórnini síðani í 2014.