Veðrið minti ikki sørt um tað í Føroyum og í Klaksvík, tá ið Magne Hoseth í dag fyri fyrstu ferð var til arbeiðis saman við spælarunum í Lyngby.
Fyrrverandi KÍ venjarin hitti spælararnar, og eftir at teir høvdu heilsast, og venjarin hevði sagt nøkur orð frammanfyri spælarunum, sum hann nú er venjari hjá, so vandu teir á graslíkisvølli, har tað var ikki frítt av kava og eisini frosti.
Lyngby er á sjeynda plássi í superliguni. Málið er í hvussu so er at røkka sætta plássinum, sum ber við sær pláss í DM endaspælinum. Lyngby hevur 20 stig, og Silkeborg IF er á sætta plássi við 27 stigum.
Fyrsti landskappingardysturin hjá Magna Hoseth og Lyngby verður sunnudagin 18. februar á útivølli ímóti FC Nordsjælland.
Tveir venjingardystir eru ásettir.
Tann fyrri verður nú sunnudagin á heimavølli ímóti Hillerød Fodboldklub. Tað ljóðar, at Adrian Justinussen fer at skriva undir sáttmála við Hillerød, sum er á áttanda plássi í næstbestu donsku deildini.
Seinni venjingardysturin hjá Magna Hoseth og Lyngby verður 26. januar ímóti svenska IFK Norrköping, sum fyrireikar seg til bestu svensku landskappingina. Har verður fyrsta umfar 30. mars.