Andrias hevur vant judo síðani hann var smádrongur, og undir lestri í Danmark byrjaði hann at royna seg sum dómari. Hann tók dómaraprógv í Danmark, áðrenn hann eftir loknan lestur vendi heimaftur. Andrias hevur, síðani hann kom heim aftur, stovnað Suðuroyar Judo á Tvøroyri, har hann eisini er formaður og venjari.
Seinnu árini hevur hann dømt í norðurlendskum kappingum, og í fjør byrjaði hann tilgongdina at gerast altjóða dómari. Seinasta heyst dømdi hann í tveimum altjóða kappingum, og í summar hevur hann eisini dømt í tveimum altjóða kappingum, áðrenn hann nú um vikuskifti var uppi til próvtøku í samband við European Cup kapping í Malaga í Spania.
Andrias kláraði próvtøkuna uttan trupulleikar, og kann nú kalla seg altjóða dómara.
Í menningartilgongdini hjá Judo Føroyum hevur tað stóran týdning, at døming er á høgum støði, og Andrias kemur framyvir eisini at hava ein týðandi leiklut í at læra nýggjar dómarar í Føroyum, eins og hann fær altjóða uppgávur.
Á myndini eru Henri Petteri Mylly úr Finnlandi, Svenja Rahn Sørensen úr Noreg, sum er fyrsta norska kvinna, ið gerst altjóða dómari, og Andrias Sumberg, sum er fyrsti føroyingur, ið gerst altjóða dómari.