Endamálið við dansivirkinum RIVA er at skapa nakrar virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar í Føroyum, og samstundis at menna dansiumhvørvið og dansilistina innan samtíðardansin í Føroyum, og soleiðis eisini stigvíst lyfta dansistøðið í Føroyum upp á eitt altjóða yrkisstøði.
Harafturat síggja vit tað sum okkara ábyrgd at spjaða meira og betri kunnleika um yrkisdans og dansilist innan samtíðardansin út til almenna føroyingin.
Fyrsta verkætlanin og dansitilhaldið hjá RIVA byrjaði 2.august 2021 á Føroya Fólkaháskúla, og endar við eini almennari dansiframførslu leygardagin 14. august í Løkshøll, Runavík.
Hetta tilhaldið hevur søgnina handan stakkarnar “Risin og Kellingin” sum íblástur til skapandi menningartilgongdina.
Til ber at ogna sær atgongumerki til framførsluna leygardagin 14. august klokkan 15 á heimasíðuni hjá Løkshøll: www.loksholl.fo
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá virkinum: www.riva.fo
Stuðla verkætlanini hava: Nordisk Kulturkontakt, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið, Føroya Fólkaháskúli, Runavíkar Kommuna og Tórshavnar Kommuna.