Skipið úr Ukraina, sum er ávegis til Libanon, hevur verið til eftirlitskanning í Turkalandi, har skipið fekk grønt ljós frá myndugleikum úr Russland, Ukraina, Turkalandi og umboð frá ST, til at sigla víðari.
Skipið, ið eitur Razoni, heldur sostatt áfram við siglingini til Libanon. Mett verður, at Razoni verður í Libanon um fýra-fimm dagar. Hesum hevur turkiska uttanríkismálaráðið boðað frá sambært Reuters.
Tá Razoni loysti úr Odesa mánadagin, gjørdist Razoni tað fyrsta skipið at fara í holt við at útflyta korn úr Ukraina, síðani kríggið brast á í februar í ár. Sambært ST er Razoni lastað 26.000 tonsum av maiskornum.
Razoni loysti mánadagin úr Odesa í samband við avtalu millum Turkaland, Ukraina, Russland og ST, ið skal tryggja, at korn kann verða útflutt úr Ukraina um Svartahavið.
Ukraina telist millum størstu kornútflytarar í heiminum. Men eftir russisku innrásina hava russisk skip avbyrgt havnirnar í Ukraina. Hetta bar við sær, at prísurin á korni hækkaði nógv. ST hevur áður ávarað um eina møguliga heimsumfatandi matvørukreppu, orsakað av krígnum.