Leygarkvøldið hevur orkestrið, Dynamitt, konsert í Salt á Drelnesi. Tað er felagsliðið í Suðuroy í kvinnudeildini í fótbólti, sum hevur fingið teir suður at hava fyrstu konsertina hjá teimum í Suðuroy í samfull 30 ár.
Sangskrivarin og oddamaðurin í Dynamit, Niclas Heri Jákupsson, fer at leiða áhoyrararnar gjøgnum konsertina á sín sermerkta hátt við undirhaldi, stuttligum søgum hugleiðingum og teimunum nógvu landaplágunum, tey hava í skjáttini.
Manningin í Dynamit hetta kvøldið er:
Niclas Heri Jákupsson, sang
Magni Husgaard, tangentar
Høgni Fagraberg, guitar
Erik Biskopstø, bass
Henning Hjalt Nicodemussen,trummur.
Eftir sjálva konsertina, verður enn meiri tónleikur og tá fara Tróndur Enni, Erolf & Hentzar og DJ Kári Annand Berg at syrgja fyri undirhaldinum.