Fyrsta hálkuóhappið í vetur hendi í morgun

Løgreglan heitir á bilførarar um at syrgja fyri, at bilurin er skøddur til veturin

Áki Bertholdsen
12. oktober 2024 kl. 09:21

Veturin nærkast og tað hava longu verið einstakir dagar við hálku. Og í morgun hendi so fyrsta hálkuóhappið hendan veturin. 

Tal var ein bilur, sum fór út av á strekkinum ímillum Fuglafjørð og Kambsdal. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var og bilurin fekk heldur ikki nevnivert av skaða. 

Løgreglan sigur, at talan var um ein førara, sum rætt og slætt varð tikin á bóli av hálkuni og endaði veitini. 

Men í hesum sambandi heitir løgreglan á bileigarar um at fáa upp í lag at seta vetrardekk, ella píkadekk undir bilin. Tó skal viðmerkast, at tað er ikki loyvt at koyra við píkadekkum fyrrenn 16. oktobur, tað er mikudagin.