Fyrsta FM heitið í sjey ár er á gáttini

Tveir av teimum, sum vóru lyklaspælarar í 2017, eru framvegis millum teir týdningarmiklastu í Sarpugerði

Jóannes Hansen
4. juli 2024 kl. 22:44

Seks av teimum tíggju feløgunum í bestu fótbóltsdeildini eru farin í summarfrí frá landskappingini. Nú snýr tað seg hjá KÍ, Víkingi, B36 og HB um europeisku kappingarnar.

Ein dystur verður í morgin – NSÍ-07 Vestur – og ein verður tíðliga seinnapartin leygardagin – ÍF-EB/Streymur.

Í kvøld vann Víkingur 2-0 á heimavølli ímóti HB. Nú eru tað seks stig frá HB og fram til Víking. Tað kendist á fagnaðinum á og kring vøllin í Sarpugerði, at hetta var øgiliga týdningarmikil stigur. Tað eru ellivu landskappingardystir eftir at spæla, og tað ber ikki til at ímynda sær, at Víkingur eftir summarfrítíðina í ellivu dystum fer at tapa sjey stig fleiri enn HB (málmunurin hjá Víkingi er væl betur, enn hann er hjá HB).

Tað eru sjey ár síðani, at Víkingur vann FM. Tað var í 2017, tá ið meistaraheitið varð vunnið við 52 stigum ella við sjey fleiri, enn Víkingur longu hevur vunnið í ár.

Tveir av teimum, sum í kvøld vóru millum teir fyrstu, vóru tað eisini í 2017. Teir eru Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar. Arnbjørn Svensson, sum nú er stuðulsspælari, varð tvær ferðir skiftur inn í 2017, og tá var 17 ára gamli Bárður á Reynatrøð 22 ferðir eykamálverji.

Síðani í september 2020 hevur Jóhan Petur Poulsen verið venjari. Í kvøld var liðið hjá honum frá fyrsta bríksli mannað við átta lokalum úr Eysturkommunu, tveimum sum búgva á vestara armi á Skálafjørðinum og einum, sum býr á eystara armi á Skálafjørðinum. Teir tríggir, sum vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, eru allir lokalir í Eysturkommunu.

Avrikið og menningin eru framúr. Spælararnir eru svangir, teir kenna konseptið og sín leiklut í smálutir, og nú fáa teir møguleika at royna seg í Europa, áðrenn seinnu hálvfinaluna í steypakappingini og sigrarnar í landskappingini, sum tað er neyðugt at vinna aftrat fyri at staðfesta FM heitið.

HB spælararnir vóru vónbrotnir í kvøld. Einki er at siga til tað, tí HB bjóðaði leingi av álvara av í Sarpugerði, og tað vóru tvey persónlig mistøk, sum áttu stóran lut í, at tað endaði við tapi og við, at møguleikin at vinna FM fánaði rættiliga nógv. At vinna FM í ár hevði verið stórur eykavinningur. Tá ið Adolfo Sormani tók við sum venjari varð sagt, at talan er um trý ára verkætlan. At tað fór at ganga so skjótt at menna liðið, sum tað hevur gjørt higartil í ár, mundi fáur á nýggjárinum grunað fór at bera til.

Í Klaksvík vann KÍ 4-2 ímóti B36. Meðan KÍ hevur vunnið ímóti NSÍ og B36, hevur HB tapt ímóti B68 og Víkingi. Nú er frástøðan frá HB og aftur til KÍ trý stig.

Felags fyri KÍ og B36 er, at talan er um nógvar nýggjar spælarar, og at feløgini hava skift venjara, og at nýggju venjararnir leita fyri at finna røttu uppstillingina.

Tapið í kvøld var tað fyrsta hjá Magna Hoseth í B36. Merkisvert er tað, at venjarin hevur valt Silas Eyðsteinsson at vera málverji frammanfyri Bjart Vitalis Mørk, at Gutti Dahl-Olsen nú er álopsspælari frammanfyri Zean Peetz Dalügge, og at Bjarki C. Nielsen, sum fyrr í ár var so eyðsýndur, nú er skiftisspælari.

Hjá KÍ vóru Cederic Yambéré og Alexander Berntsson fyri fyrstu ferð saman í miðverjuni, og klaksvíkingar vóru eygnavitni til, at spælið riggar væl betur, enn tað hevur gjørt fyrr í ár. Albert Ejupi var eyðsýndur sentralur miðvallari, Joseph Michael Williams er sera skjótur í vinstra borði, og so áttu Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð stóran leiklut soleiðis, sum teir so ofta áttu í fjør.

B36 er tvey stig aftanfyri NSÍ, og B36 er tvey stig frammanfyri 07 Vestur, sum er á sætta plássi. Í annaðkvøld hittast NSÍ og 07 Vestur.

 

KÍ – B36 4-2 (1-1)

1-0: sjálvmál 4.

1-1: Thomas Rømo Lillo 18.

2-1: Árni Frederiksberg 58.

3-1: Joseph Michael Williams 63.

4-1: Páll A. Klettskarð 75.

4-2: Vilmer J. Rønnberg 95.

 

Víkingur – HB 2-0 (0-0)

1-0: Olaf Bárðarson 74.

2-0: Finnur Justinussen 80.

 

Í gjár

Skála – B68 1-1 (0-1)

1-0: Bárður Ó. Jensen 19.

1-1: Carlos Ferreira 83

 

Víkingur

16

15

0

1

47

7

45

HB

16

13

0

3

33

13

39

16

12

0

4

32

16

36

NSÍ

15

8

1

5

32

21

25

B36

16

6

5

5

33

29

23

07 Vestur

15

6

3

6

22

31

21

Skála

16

4

2

10

18

33

14

B68

16

2

5

9

11

28

11

EB/Streymur

15

2

1

12

14

31

7

ÍF

15

0

3

12

14

47

3

Fríggjadagin 5. juli

NSÍ – 07 Vestur: Heini Ziskason Viðoy kl. 19.00

Leygardagin 6. juli

ÍF – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 14.00