Nú er fyrsta flogfarið í dag lent í Vágum. Talan er um flogfar hjá Atlantsflog, sum hevur staðið í Stavanger og bíðað eftir floglíkindum. Tað lendi klokkan 14.09, sambært fae.fo.
Hondbóltslandsliðið hevur síðani seinnapartin í gjár bíðað eftir at sleppa av landinum. Ørindini eru í morgin at spæla avgerandi dyst um pláss í HM endaspælinum eftir ársskiftið. Dysturin verður í Norðurmakedonia.
Andras Thomsen stjóri í Hondbóltssambandinum segði á døgurða í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum, at ætlanin er at flúgva til Keypmannahavnar, har leiguflogfar bíðar eftir at flyta landsliðið til Norðurmakedonia.
Flogfarið úr París, sum í gjárkvøldið var yvirvøllinum og so fór til Keflavíkar at bíða, var um døgurðatíð yvir vøllinum. Tað eydnaðist tí ikki at lenda, og so fór tað avstað aftur.
Átta flogfør eru sett at lenda í Vágum í dag.