Forlagið Fannir gav út fyrstu bókina í 2017. Tað var LEIKRIT 21.
Forlagið gevur eisini út fyrstu bók í 2018. Tað er LEIKRIT 25: ”TRAÐABØNDUR”, sum Hans Andrias Djurhuus læt prenta sum framhaldstilfar í ”Tingakrossi” frá 23. okt. 1932 til 29. mars 1933. Leikurin kom í bók á fyrsta sinni í 1935.
Hans Andrias var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9). Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22).
Leikurin ”Traðabøndur” er, tað vit vita, bara leiktur eina ferð. Tað var ein realflokkur í Hoydølum, sum veturin 1973/74 setti leikin á pall í Havn, Kollafirði og heima á Sandi. Daniella Olsen leikstýrdi.
Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 25 er 86 síður.