Um vikuskiftið skal føroyska kvinnulandsliðið spæla tveir venjingardystir móti Íslandi. Dystirnir ímóti Íslandi eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo, sum vera leiktir í næstu viku.
Tann fyrri dysturin ímóti Íslandi verður í Høllini á Skála leygardagin klokkan 18, meðan seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin klokkan 16.
Í dystunum ímóti Íslandi eru 24 kvinnur við í landsliðshópinum, men tá HM-undankappingardystirnir ímóti Kosovo, verða leiktir í býnum Istog í Kosovo, sleppur landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, bert at úttaka 16 leikarar til teir dystirnar.
Vinnarin yvir báðar HM-undankappingardystirnar skal síðan spæla tveir play-off dystir móti einum hægri styrkismettum landi. Hesir dystirnir verða tó ikki avgreiddir fyrr enn í viku 14 og 15 komandi vár.
Kelda: Hondbóltssamband Føroya