Fyrst í næsta ári fáa vágafólk sítt egna apotek

Tað verður í Miðvági

Áki Bertholdsen
19. juli 2024 kl. 17:00

 

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá vágafólki at fáa apotek har vesturi. Fólkatalið í Vágum er vaksið nógv hesi seinastu árini, umframt at talið á ferðafólkum um flogvøllin, eisini veksur alsamt.

Sum støðan er nú, er tað apotekið í Havn, sum avgreiðir reseptir til vágafólk. Men tað er skjótt ein farin tíð,  tí tíðliga næsta ár verður apotek í Vágum.

Tað fer at gera tað lættari hjá vágafólki, men tað fer eisini at lætta trýstið á apotekið í Havn - og alt tað fer eisini at føra til styttri bíðitíðir.

Á nýggja apotekinum í Vágum fáa fólk heilivág uppá resept og allan heilivág sum fæst í hondkeypi, umframt aðrar vørur, sum apotekini selja.

Apotekið í Vágum verður fimta apotekið í landinum. Hini apotekini eru Norðoya apotek, Eysturoyar apotek, Tjaldurs apotek og Suðuroyar apotek.

Í vár varð lýst var eftir hølum til apotekið í Vágum og avtala er nú gjørd um eini høli í Miðvági.

Væntandi verður arbeiðið at umvæla og innrætta bygningin til endamálið á nýggjárinum og so er klárt at lata upp.