Fyrrverandi sjónvarpsverturin, ið vendi bókstavar í “Lykkehjulet” á TV 2, Maria Hirse, er sambært B.T. í gjár blivin dømd tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, fyri – í tveimum førum – at hava lagt ætlanir og sent harkalið av monnum at buka fyrrverandi unnusti hennara.
49-ára gamla Maria Hirse, sum nú ber navnið Mariia Madeleine Sea Svensson, fekk sín dóm í rættinum í Svendborg í gjár.
Álopini, ið hon er dømd fyri at hava lagt til rættis, vórðu framdar av einum harkaliði av fimm ungum monnum í aldrinum 16, 18, 19, 20 og 21 ár í februar og august mánaði í fjør.
Tað skuldi síggja út til at vera eitt heimarán heima hjá fyrrverandi unnusti hennara, har endamálið var at stjala og oyðileggja upplýsingar, sum eitt nú kynsligar myndir, ið maðurin hevði liggjandi av Mariu Hirse á sínari teldu, skrivar B.T.
Í tí eina førinum, tá menninir framdu valdsgerðina, koyrdu teir teldilin, snildtelefonina, routaran og billyklarnar í eitt baðikar, sum teir høvdu fylt vatn í, áðrenn teir fóru avstað aftur.
Teir fimm menninir, ið eisini hóttu mannin við lívinum, fingu millum fýra mánaðar og eitt ára fongsulsrevsing.
Maria Hirse avgjørdi at kæra sín dóm fyri landsrættin.
Hirse gjørdist kend – eisini her í Føroyum, tá hon frá 1995 til 2001 vendi bókstavar í sjónvarpssendingini, “Lykkehjulet”.