Bjørn Kalsø er ikki longur limur í Sambandsflokkinum. Tað váttaði hann í sendingini, Breddanum, í KvF, í morgun
Bjørn Kalsø hevur annars verið ein av fremstu politikarum í Sambandsflokkinum í 15 ár. Hann hevur verið løgtingsmaður í fleiri valskeið og hann hevur eisini verið landsstýrismaður í tvey valskeið, bæði í fiskivinnumálum og í mentamálum.
Men á seinasta vali í 2019 stillaði hann ikki upp aftur.
Í Breddanum í morgun staðfesti hann, at síðani hevur hann ikki verið serliga virkin í Sambandsflokkinum. Hann segði samstundis, at hann hevur verið rættiliga misnøgdur við landbúnaðarpolitikkin hjá flokkinum, ikki minst nú lógin um burðardygga ferðavinnu varð samtykt við fleiri atkvøðum ú Sambandsflokkinum.
Hann vísir á, at nú missur bóndin ræðisrættin yvir jørðina og tað kann hann ikki góðtaka.
Sostatt er hann ikki longur limur í Sambandsflokkinum - ella í nøkrum øðrum, politiskum flokki, segði hann.