Fyrrverandi stjórin í Roskilde Bank dømdur at gjalda umleið 232 milliónir krónur

Hægstirættur hevur júst felt dóm í rættarmálinum um Roskilde Bank. Fyrrverandi stjórin skal gjalda 232 milliónir krónur. Nú er bara Eik-málið eftir

Sigurjón Einarsson
1. desember 2022 kl. 12:48

Heilar tríggjar vikur skuldi Hægstirættur brúka til at koma við einum úrskurði í málinum um Roskilde Bank. Men í dag er dómur feldur.

Fyrrverandi bankastjórin í Roskilde Bank, Niels Valentin Hansen, skal gjalda umleið 232 milliónir krónur pluss rentur, fyri at hava veitt fleiri “skilaleys lán”.

Fýra av fyrrverandi nevndarlimunum í bankanum vórðu frídømdir av Hægstarætti í sakarmálinum.

Roskilde Bank fór av knóranum í august í 2008, og fleiri túsund partaeigarar mistu tilsamans fleiri milliardir krónur.

Tað er uppruddingarfelagið hjá danska statinum, Finansiel Stabilitet, sum legði mál um endurgjald fyri rættin.

Afturi í 2017 tapti Finansiel Stabilitet rættarmálið í Eystara landsrætti, so dómurin í dag var ein tiltrongdur sigur til Finansiel Stabilitet.

Nú er bara Eik-málið eftir
Tað hevur kostað Finansiel Stabilitet – danska statinum – umleið 900 milliónir krónur í sakarmálskostnaði at ført sakir móti peningastovnum, í samband við fíggjarvirksemi undir fíggjarkreppuni, sum byrjaði í 2008 og vardi nøkur ár fram.

Nú er punktum sett við Amagerbank, Roskilde Bank og fleiri aðrar peningastovnar, sum Finansiel Stabilitet hevur ruddað upp eftir. Nú er bara Eik-málið eftir.

Ætlanin var, at Landsrætturin fór at koma við sínum úrskurði í málinum tann 21. januar, men Landsrætturin boðað pørtunum frá, at dómurin er útsettur til 10. januar komandi ár.

Eik-málið er millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eikmenninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

Føroya rættur dømdi teir tríggjar at gjalda 150 milliónir krónur í endurgjaldi. Finansiel Stabilitet kravdi eitt endurgjald upp á í alt 469 milliónir krónur.