Ongi úrslit

Fyrrverandi stjóri meldaður fyri fíggjarsvik

Løgreglan kannar málið og málið verður latið ákæruvaldinum um einar tvær vikur

Jonhard Hammer
18. februar 2025 kl. 13:42

Tað kom óvart á nógv, tá ið Finn Jacobsen, stjóri í Magn, brádliga fór frá sum stjóri í novembur í fjør.

Nú sigur Frihedsbrevet, at orsøkin var, at hann varð meldaður fyri fíggjarsvik. Tað er hann eisini meldaður fyri og tað váttar løgreglan eisini.

Løgreglan sigur, at væntandi verða kanningarnar hjá løgregluni lidnar um tvær vikur og tá verður úrslitið sent ákæruvaldinum sum síðani skal taka støðu til, um ákæra skal reisast ella ikki.

Sambært keldunum hjá Frihedsbrevet snýr málið seg um, at Finn Jakobsen skal hava flutt pengar úr felagnum P/f Flatnahagi, sum er eitt vindmyllufelag hjá Magn og Lív til viðurskiftir og sum Finn Jacobsen eisini var stjóri í. Peningurin er fluttur til endamál hjá Finn Jakobsen sjálvum og sum einki hevði við P/F Flatnahaga, Magn, ella Lív, at gera.

Keldur, vit hava tosað við, siga, at tað snýr seg um einar tvær milliónir.

Pengarnir eru afturgoldnir og orsøkin var, at Finn Jakobsen skuldi vera komin illa fyri av nøkrum íløgum hann hevði gjørt og at hann stóð til at missa nógvar pengar. 

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

Í gjár kl. 15:38

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember 2025 kl. 12:10

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

20 tímar síðan