Orðini hjá Medvedevs eru søgd í sambandi við kríggið í Ukraina og eitt møguligt tap hjá russarum.
Í einum uppslagi á sosiala miðlinum Telegram hevur Medvedev eina soljóðandi viðmerking, til eitt kjak um stuðulin hjá Nato til ukrainska herðin:
- Kjarnorkuveldi hava aldrin tapt í hørðum stríðum, har teirra lagna hevur verið uppá spæl.
Medvedev kemur eisini við eini óbeinleiðis hóttan. Hann mælir leiðarum í Nato til at umhugsa, hvørjir vansar eru við teirra stuðli til Ukraina, skrivar Ritzau.
Við ongum fíggjarligum stuðli til Ukraina, má mann siga at Føroyar fylgir boðunum frá Medvedev.
Tað er ikki bara Medvedev, ið tosar um kjarnorkuvápn. Putin hevur eisini hótt við kjarnorkuvápnum síðan kríggið brast á í februar í fjør.